placeholder
Innanlands

Landssjúkrahúsið brúkar meira pening uppá privat hoyritól enn almenn

Tað almenna veitti 3,8 milliónir í stuðli til hoyritól hjá privatum veitara í fjør

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-19 19:09 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Um tú hevur niðursetta hoyrn í Føroyum, hevur tú tveir møguleikar at keypa hoyritól. Við læknaváttan uppá niðursetta hoyrn, kanst tú velja ímillum at keypa hoyritól frá hoyriklinikkini á landssjúkrahúsinum ella frá privatum veitara. Men um tú velur privatan veitara fylgja pengar við frá tí almenna. 

Í 2018 var játtanin til stuðul á hoyritól 5,3 milliónir krónur. Av hesum fóru 3,8 milliónir til stuðul at keypa hoyritól frá privatum veitara, meðan restin, sum er 1,5 milliónir krónur, fór til keyp av hoyritólum hjá tí almenna. Tað vísur alment innlit, sum Portalurin hevur fingið. Sum skilst hevur tað privata meira kundar enn tað almenna, men vit hava ikki tølini uppá, hvussu nógv fleiri kundar privati veitarin hevur enn hin almenni. 

Hjá almenna veitaranum skal hvør einstakur gjalda eitt egingjald á í mesta lagi 2000 krónur fyri hvørt hoyritól. Kanningar, viðlíkahald og umvælingar eru íroknaðar í hesum gjaldinum. 

Um persónur, sum hevur niðursetta hoyrn velur privata veitarin, kann hann søkja um stuðul frá tí almenna. Hesin stuðul kann í mesta lagi vera 4000 krónur fyri hvørt hoyritól og verður einans veittur, um viðkomandi hevur váttan frá oyra-, næsa- og hálslækna uppá, at viðkomandi hevur tørv á hoyritóli. Egingjaldið og hoyritól hjá privata veitaranum variera meira enn hjá tí almenna, men prísstøðið er úr 2000 kónum fyri hvørt hoyritól upp til 11.550 fyri hvørt.  

Einasti privati veitarin av hoyritólum í Føroyum er Hoyrnin. Fyri at gerast góðkendur privatur veitari av hoyritólum, skalt tú liva upp til ymisk krøv í kunngerðini um stuðul til privat hoyritól, og Hoyrnin skal eins og tað almenna veita kanningar, umvælingar og viðlíkahald. Stuðul til keyp av hoyritóli hjá privata veitaranum kann einans latast fjórða hvørt ár. 

 Stuðul sum heild: Stuðul til tól hjá tí privata: 
20143.859.0003.406.000
20153.414.0003.222.000
20163.135.0002.720.000
20174.721.0003.938.000
20185.308.0003.839.000

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder