Innanlands

Steingja Norðara Ringveg í kvøld

Vegna vegarbeiðið verður partur av Ringvegnum stongdur

2019-06-19 15:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar kommuna boðar frá, at partur av Ringvegnum verður stongdur frá í kvøld av og til í morgin tíðliga.

Vegna vegarbeiði verður Norðari Ringvegur, frá Áargeil til Dalavegin, stongdur fyri allari ferðslu frá kl. 19 til hósmorgunin 20. juni kl. 05.

Kommunan ger tó vart við, at Bussleiðin er undantikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder