Innanlands

Myndir: Flagg-skipafylgið komið á Jóansøku

Seinasta leggið í drúgvu flaggregattuni var av Toftum til Tvøroyrar, har vøkru træskipini leggja sín dám á Jóansøkuna

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-06-22 14:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Træskipini, sum fyrr í mánaðinum vitjaðu í Danmark fyri at hátíðarhalda  100 ára dagin hjá Merkinum, er nú komin til Tvøroyrar fyri at vera við til jóansøkuna.

Í morgin endar flaggregattan við gudstænastu í Famjins kirkju, heimstaðnum hjá upprunamerkinum.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar, tá tikið varð ímóti træskipinum um middagsleitið.

Nú er kappróðurin farin í gongd, og tað verður hann, sum setir dámin á seinnapartin í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder