Innanlands

Grannastríð: Garðurin skal takast niður innan 4 vikur

Fútarætturin hevur álagt tí eina grannanum at taka garð niður. Um tað ikki verður gjørt, verður tað gjørt fyri rokningina hjá viðkomandi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-25 15:52 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Á middegi kom niðurstøðan í málinum um garðin, sum eini hjún hava sett upp, og sum forðar grannanum hjá teimum í at koma til parkeringsøkið hjá sær. Føroya Rættur hevur longu dømt viðkomandi at taka garðin niður, men tað er ikki gjørt enn. Tí skuldi fútarætturin taka støðu til málið.  

Og niðurstøðan er, at Fútarætturin áleggur viðkomandi at taka garðin niður innan fýra vikur. Um hetta ikki verður gjørt, verður garðurin tikin niður av øðrum og rokningin send viðkomandi. Um rokningin ikki verður goldin, kann krav gerast ímóti húsunum. 

Les eisini: Stoypti garð fyri at forða grannanum í at parkera 

Talan er um áhaldandi grannastríð ímillum tveir partar, ið longu hava ført til fleiri dómar. Millum annað hevur mál verið í Føroya Rætti, tí tann eini grannin hevði sett vakmyndatól upp. Sami granni, ið nú er dømdur at taka garðin niður, hevði meldað grannan fyri vakmyndatólini. Men grannin, ið segði, at hann kendi seg hóttan og tí hevði sett tólini upp, varð fríkendur. 

Les eisini: Frídømdur í máli um sjónbandaeftirlit 

Eftir at tólini vórðu sett upp, er ein maður eisini dømdur fyri hóttanir. Tvær ferðir, hevur maðurin sambært in.fo, ført tveir fingrar eftir hálsinum hjá sær, og hettar metti rætturin at vera hóttanir. Fyrstu ferð hugdi maðurin inn í vakmyndatólið og førdi fingrarnar eftir hálsinum. Aðru ferð gjørdi hann sama tekn, meðan hann hugdi at konuni í grannahúsunum, ið hann eisini er systkinabarn við. Maðurin fekk tvær vikur treytaða fongsulsrevsing. Tað vil siga, at hann einans skal inn at sita, um hann brýtur lógina innan eitt ár. Dómurin varð kærdur til Eystara Landsrætt, sum ikki hevur gjørt nakra niðurstøðu í málinum enn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder