placeholder
Mentan

10 nøvn afturat á Summar Festival

Summar Festivalurin hevur kunngjørt 10 bólkar og solistar til ársins festival

2019-06-26 08:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Summar Festivalurin hevur lagt 10 solistar og bólkar afturat skránni fyri ársins festival. 

Nøvnini, sum í dag verða kunngjørd, eru Linda Andrews, Ólavur á Váli, Eyðun Nolsøe, Ingibjørg Hansen, Ingi Poulsen, Jens Marni Hansen, Mark The Messenger, Herborg Torkilsdóttir, Victoria á Lakjuni og Beinir. 

Hetta eru nýggj og roynd nøvn á føroyska tónleikapallinum, og tey verða partur av einari fjølbroyttari festivalskrá, sum varðar í tríggjar dagar.

Frammanundan er greitt, at útlendsk høvuðsnøvn á Summar Festivalinum verða Rasmus Seebach, Nico & Vinz, Killer Queen og Chris Norman. Harafturat eru fleiri føroyskir bólkar kunngjørdir – eitt nú Marius Ziska, Moirae, Samsint, Dynamit Perlur, Lea Kampmann, Hamradun og Danny & The Veetos. 

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10 august.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder