Í gjár vár Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, saman við nøkrum samgongufeløgum úr løgtinginum á vitjan í Danmark, har tey vitjaðu Steno Diabetes Center Copenhagen.
Talan er um umboð fyri heilsupolitiska fylgibólkin, sumannars hevði umboð úr øllum politisku flokkum, men bert samgonguumboð vóru við.
Umframt at vitja Steno Diabetes sentrið, sum er eitt viðgerðarstað fyri fólk við diabetes, høvdu tey eisini fund við Novo Nordisk Grunnin.
Sirið Stenberg sigur við heimasíðuna hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, at tey eru ”sera glað fyri kunningarferðina, tí vit fingu svar uppá teir spurningar, sum vit hava havt í sambandi við málið”.
Landsstýriskvinnan sigur eisini, at nú ber til hjá henni og heilsupolitiska fylgibólkinum at viðgera málið meira ítøkiligt saman við viðkomandi pørtum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald