Innanlands

Nykurin stendur á turrum

Minkandi vatnstøða ger at Nykurin er komin upp á turt

2019-06-28 14:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fólk sum hava koyrt framvið Leitisvatni í dag hava møguliga lagt til merkis, at Nykurin nú stendur á turrum.

Nykurin hevur staðið í vatninum, men nú hevur minkandi vatnstøða ført við sær, at hann stendur á turrum.

Lítið av regni hevur verið seinastu tíðina, men um hetta einsamalt er nokk til at vatnstøðan er minka so nógv er óvist.

Fyri einum mánað síðani hevði KVF samrøðu við Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingi, sum segði, at vatnstøðan í Leitisvatni komandi árini kann lækka við trimum metrum. Orsøkin er at brimið frá sjónum máar burtur av bleyta lendinum, so at ein opna kemur beint vestanfyri har vantið rennur út til Bøsdalafoss. Ístaðin fyri at vatnið so rennur beint út til Bøsdalafoss, rennur tað heldur í eina hellu vestanfyri.

Hvussu er og ikki, so stendur Nykurin uppi á landi í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder