Mentan

Undir G! runds tónar á tjaldingarøkinum á G!

Fyri fyrstuferð í nýggjari festivalsøgu fer tjaldingarøkið á G! at hýsa fleiri konsertum mikukvøldið 10. juli. Tiltakið eitur UNDIR G! RUNDIN!

2019-06-29 17:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Líka síðani G! festivalurin byrjaði hevur tjaldingarøkið verið ein miðdepil fyri ungdómsmentan, næstrarkærleika og góðum veitslulagið. 

Í ár eru tó lógvatøk tikin fyri, at lyfta tjaldingarøkið á eitt enn hægri støði - ja, tað kemur næstan at ganga upp í eina hægri eind. Skipað er fyri einum stórum tiltaki mikukvøldið, har bassurin fer at pumpa ein lívsglaðan undirgrundshýr uppum skíggini. Umframt hetta eru karmarnir fyri ársins tjaldlegu broyttir, soleiðis at størri dentur verður lagdur á m.a. umhvørvið og felagsskap, og ikki minst veitslu!

UndirG!rundin! 

Tjaldingarøkið kemur mikukvøldið at vera karmur um eitt heilt nýtt tiltak - Undir G! rundin. Endamálið er at varpa ljós á tí skjótt vaksandi undirgrunds tónleikamentanina, ið seinastu árini hevur herjað kring allan knøttin. Talan er um nøvn sum antin eru púra ókend (enn), ella júst hava skoðað uppum jørðina - hetta er framtíðar ráu mentanarberðar.

Nøvnini verða kunngjørd so hvørt gjøgnum vikuna. Nøvnini hava tó eitt felagseyðkenni; talan er um tónleikarar, ið hava rapp sum høvðusstíl. 

Tað eru G! Street Team og Okkara Midnight, ið samskipa tiltakið. Til ber at fylgja tiltakinum her.


Ársins tjaldlega

Í ár verður nógv gjørt burturúr at fáa tjaldingarlegurnar at kappast um bestu legu, so væntandi verður eitt stuttligt og livandi umhvørvi á tjaldingarøkinum.

Í høvðusheitum verður tjaldingarøkið skipað við nøkrum broytingum, so tað verður lættari og stuttligari hjá tjaldararunum at gera meira burturúr. Ársins tjaldlega 2019 vinnur tíggju tjaldingarpass til G! 2020 og fær aðrar spennandi fyrimundir til G! 2020.

Ársins tjaldlega verður dømd eftir 4 høvðus-eginleikum:

Umhvørvisatlitum

Felagsskapi

Tema

Veitslu

Les meira um hvussu “Ársins Tjaldlega” verður skipað og um hvussu karmarnir á tjaldingarøkinum eru broyttir undir ”Ársins Tjaldlega” her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder