Innanlands

Framgongd til Fólkaflokkin og Tjóðveldi

Spyr.fo: Andstøðuflokkarnir eru enn skutin framman fyri samgonguflokkarnar

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, hevði verið stóri sigursharrin, um løgtingsval var nú (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, hevði verið stóri sigursharrin, um løgtingsval var nú (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-07-02 13:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin fær aftur undirtøku frá nærum fjórða hvørjum føroyingi. Nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, gevur Fólkaflokkinum 24,9 prosent av atkvøðunum.

Hetta er heili 3,7 prosentstig meira enn til seinastu kanningina, tá spurt varð til løgtingsvalið beint undan fólkatingsvalinum. Harvið er Fólkaflokkurin komin upp á tað støðið, hann hevði undan fólkatingsvalstríðnum.

Gott 25 prosent av atkvøðunum gevur 8 tingfólk.

Við hesum verður Fólkaflokkurin ikki bert størstur í prosentum, men eisini størstur í tingmannatali, tí allir hinir tríggir stóru flokkarnir standa til at fáa 7 umboð á tingi. Talan er um eina framgongd fyri Tjóðveldi og eina afturgongd fyri Javnaðarflokkin í mun til seinastu veljarakanning, sum var merkt av fólkatingsvalstríðnum.

Og meðan Miðflokkurin og Framsókn standa til at varðveita síni tvey umboð á tingi, so bendir kanningin á, at Sjálvstýrisflokkurin ikki fær umboðan. Sama er galdandi fyri Framtakið fyri kannabis.

Javnaðarflokkurin verður næststørsti flokkur við 21,6 prosentum, sum er eitt prosentstig minni enn í kanningini 26. mai.

Sambandsflokkurin gongur eisini eitt sindur aftur, men er framvegis triðstørstur við 20,3 prosentum, 0,2 prosentstig minni enn 26. mai.

Hinvegin gongur Tjóðveldi fram aftur. Listi E fær í hesi kanningini 19,7 prosent, 1,4 prosentstig meira enn seinast, og vinnur, sum sagt, eisini sjeynda tingsessin aftur.

Allir teir smáu flokkarnir hava afturgongd í veljarakanningini. Miðflokkurin 1,3 prosentstig niður í 5,3, Framsókn 0,6 prosentstig til 4,7, Sjálvstýri eitt hálvt prosentstig niður í 2,8 og Framtakið fyri rættinum at velja kannabis dettur næstan burtur í einki og vær einans 0,7 prosent av atkvøðunum.

Afturgongdin hjá Sjálvstýri er eisini so mikið stór, at flokkurin missir sína umboðan á tingi, meðan Framsókn og Miðflokkurin varðveita sínar tveir tingsessir. Óvissan í kanningini er millum 0,9 og 4,1 prosentstig, so fyrivarni skal serliga takast fyri úrslitinum hjá teimum smærru flokkunum.

Í mun til núverandi blokkarnar er støðan tann sama sum vi seinastu kanning. Núverandi samgonguflokkar megna ikki at savna meiriluta – teir fáa 16 tingfólk, meðan andstøðuflokkarnir fáa 17.

Tað eru framvegis nógvar leysar atkvøður at kappast um. 10,8 prosent av teimum spurdu siga seg ikki hava tikið støðu til, hvønn tey fara at velja.

Framvegis stendur alt opið, og spenningurin er stórur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder