Innanlands

Rørdur borgarstjóri tók ímóti gávu frá dagtilhaldinum

Jógvan Skorheim tók í gjár ímóti einum flottum bundnum teppi, sum heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum høvdu gjørt til son hansara, Kristian

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-07-09 21:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk Dagtilhaldið á Heiminum við Vágna eina heilt serliga vitjan. Kristian Skorheim, sum einans er 11 dagar gamal, var boðin til seinnapartskaffi saman við mammu og pápa sínum, Vígdis og Jógvan Skorheim, tí ein heilt serlig gáva bíðaði honum.

Tað var ikki ein sørt rørdur borgarstjóri, sum í gjár saman við konu síni Vígdis tók ímóti einum sera flottum bundnum teppi, sum heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, sum hittast í dagtilhaldinum, høvdu gjørt, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Hugskotið til gávuna kom, tá ið Thyra Frank, ráðharri í eldramálum, fyrr í ár vitjaði á dagtilhaldinum saman við Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í NBH.

Thyra Frank var sera bergtikin av hondarbeiðinum, og hildu ídnu bindikonurnar, tá tær høvdu frætt at borgarstjórin skuldi gerast pápi fyri aðru ferð, at nýføddi sonurin skuldi fáa eitt líknandi teppi. Vanliga verður bundið úr restum, men til hesa serstaku gávu varð gjørt eyka burturúr, so teppið bleiv so bleytt og fjálgt sum gjørligt.

Í húgvu, hosum og fjálgum teppi fingu tey vitjandi á dagtilhaldinum høvi til at ynskja Kristiani blíðan byr.

Fleiri myndir kunnu síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder