Innanlands

Boðar frá góðum G! veðri

Veðurforsøgnin sigur frá turrum og stillum festivali

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-07-11 15:08 Author image
Ari av Rana

G! Festivalurin verður skotin í gongd í kvøld og festivalluttakararnir kunnu vænta sær gott veður. Tó at ikki verður nógv at síggja til sólina, so sigur veðurforsøgnin frá turrum og stillum veðri.

Í dag er gul av eystri, millum 4 og 5,4 m/s. Restina av degnum er turt og hitin millum 10 og 12 hitastig.

Vindurin minkar líka frá í dag av og heilt til leygardagin seinnapart. Í morgin er hann fleyr til lot av landnyrðingi og landsynningi sunnan, millum 1,2 og 3,2 m/s. Einki avfall, sólin sær í løtum og hitin millum 9 og 12 hitastig.

Leygardaguriin sær framúr góður út á G! Festivalinum. Tað verður stilt fyrrapartin, fleyr til lot av landsynningi og sunnan, millum 1,1 og 1,8 m/s. Seinnapartin veksur hann vindin upp í andøvsgul av vestri, millum 4,7 og 5,1 m/s. Sólin sær í løtum og hitin millum 10 og 14 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder
placeholder