Uttanlands

Taylor Swift hevur størstu inntøkuna av teimum kendu

Sí listan yvir 10 tey best løntu kendu í heiminum

Taylor Swift

Taylor Swift

2019-07-11 14:20 Author image
Ari av Rana

Amerikanska songkvinnan, Taylor Swift, tjenti meir í 2018 enn nakar annar kendur persónur í heiminum.

Forbes hevur latið listan yvir tey 10 kendu, sum høvdu størstu inntøku í heiminum í 2018. Her sæst at tað eru serliga tónleikarar, sum tjena mest, men at fleiri ítróttafólk eisini eru við á listanum.

Ovast er Taylor Swift við einari inntøku á heili 1,2 milliardir krónur fyri 2018. Næst henni er ein sjónvarpspersónligheit, nevniliga Kylie Jenner. Kylie Jenner hevur duga framúr væl at tjena uppá at gerast kend gjøgnum sjónvarpssendingina, sum fylgir familju hennara “The Kardashians”. Og triði persónur á listanum hevur eisini tætt tilknýti til familjuna. Tað er rapparin Kanye West, sum, umframt at verða ein av heimsins mest succes-ríku tónleikarum í heiminum, eisini er giftur við Kim Kardashian.

Tríggir fótbóltsleikarar eru á listanum. Hetta eru Lionel Messi á fjórða plássi, Cristiano Ronaldo á sætta plássi og Neymar á sjeynda plássi.

Her eru tey 10 best løntu kendu fólkini í heiminum:

1) Taylor Swift, songkvinna: 1,2 mia. kr.

2) Kylie Jenner, sjónvarpspersónligheit: 1,1 mia. kr.

3) Kanye West, rappari: 994 mió. kr.

4) Lionel Messi, fótbóltsleikari: 842 mió. kr.

5) Ed Sheeran, sangari: 729 mió. kr.

6) Cristiano Ronaldo, fótbóltsleikari: 722 mió. kr.

7) Neymar, fótbóltsleikari: 696 mió. kr.

8) The Eagles, tónleikabólkur: 663 mió. kr.

9) Dr. Phil McGraw, talkshow-vertur: 629 mió. kr.

10) Canelo Alvarez, boksari: 623 mió. kr.

placeholder
placeholder