Uttanlands

Dómurin í Marokko aftur útsettur

Teir tríggir ákærdu hava játtað seg sekar í drápunum av skandinavisku kvinnunum - teir fáa sín dóm um eina viku

Louisu Vesterager Jespersen (24) og Maren Ueland (28) vóru myrdar í Marokko fyri meira enn hálvum árum síðani - Mynd: DR

Louisu Vesterager Jespersen (24) og Maren Ueland (28) vóru myrdar í Marokko fyri meira enn hálvum árum síðani - Mynd: DR

2019-07-11 18:56 Author image
Agnar Prestá

Tað skuldi verða í dag, men tað varð kortini eingin dómur sagdur yvir teir tríggir menninar, sum hava viðgingið, at teir í desember myrdu Louisu Vesterager Jespersen úr Danmark og Maren Ueland úr Noreg. Hetta boðar Michael S. Lund, korrespodenturin hjá DR í Miðeystri, frá. Hann var til staðar í rættinum í Salé i dag. Orsøkin er, at teir ákærdu skulu hava møguliga at koma við einari útmelding, men tað var tað ikki tíð til í dag. 

Talan er um teir tríggar høvuðsmenninar aftanfyri drápið. Tað eru tó aðrir íblandaðir, og fleiri eru ákærd fyri at deila sjónbandið av drápinum. Drápsmenninir eru allir viðhaldsmenn hjá Islamiskum Stati, og drápini á skandinavisku kvinnurnar í oyða fjallaøkinum var ógvusligt, og tað varð filmað og sent runt. Í Marokko hava mynduleikarnir kannað hetta sum eitt yvirgangsálop. 

Les eisini: 
Krevja deyðarevsing fyri drápið á norðurlendsku gentunum

Mamman hjá 24-ára goml donsku kvinnuni sigur við DR, at hon ynskir, at teir fáa deyðadóm. Hon er ikki til staðar í rættinum, men hevði sent eitt bræv, ið varð lisið upp á rættarfundinum í dag.

Rættarmálið ímóti monnunum byrjaði í februar, og hetta er ikki fyrstu ferð, at dómurin er útsettur. DR skrivar, at fyribils er tað útsett eina viku, og at dómur harvið fellur 18. juli. 

placeholder
placeholder