placeholder
Innanlands

Fólkatalið 1. juni var 51.783

Hetta eru 77 fleiri enn 1. mai og næstan 1.000 fleiri enn 1. juni í fjør - vit nærkast støðugt 52.000 fólkum

Skjótt savnast ein rúgva av fólki til midnáttarsang á Ólavsøku - samanlagt eru vir nú næstan 51.800 fólk í Føroyum - Mynd: Jens Kr. Vang

Skjótt savnast ein rúgva av fólki til midnáttarsang á Ólavsøku - samanlagt eru vir nú næstan 51.800 fólk í Føroyum - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-12 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstova Føroya boðar í dag frá, at fólkatalið í Føroyum 1. juni var 51.783. Tað merkir, at uppá ein mánað er talið vaksið við næstan 100 (1. mai vóru vit 51.705), og uppá eitt ár er munurin 864 fólk - 1. juni í 2018 vóru beint undir 51.000 íbúgvar í Føroyum. 

Hagstovan vísir á, at talan er um eina støðuga hækkan, ið hevur verið í fimm ár nú. Hetta sæst í grafinum niðanfyri´.[object Object]
(Hagstova Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder