Innanlands

Vandamikið rúsevni í umferð á G!

Tað var friðarligt fríggjakvøldið og leygarnáttina á festivalinum og kring landið, men løgreglan hevur varhugan av, at tað eru rímiliga nógv, ið nýta MDMA

2019-07-13 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á løgreglustøðini verður upplýst, at tað hevur verið eitt róligt døgn. Løgreglan er vælmannað á G, umframt at hava verið í sving við vanligu uppgávurnar sum at kanna bilar. Har hevur einki mál verið, og vakhavandi sigur, at fólk hava verið í góðum lag og skikkað sær væl.

Tað er tó eitt, ið løgreglan kannar og stúrir eitt sindur fyri í løtuni, og tað er nýstlan av MDMA. Løgreglan hevði varhugan av at tað vóru nøkur, ið nýtti hetta rúsevni á G!Festivalinum, men sambært vakthavandi eru tað fleiri enn væntað, og tað er í umferð.

Talan er um grundevni í Ecstasy, og tað verður oftast selt og tikið sum tablettir í ymsum litum. MDMA gevur oftast eitt "kick" og fær fólk at føla seg sera væl í byrjanini, men tað kann vera sera vandamikið; ein persónur kann millum annað verða dehydreraður av hesum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder