Innanlands

Spógvin røkir í løtuni farleiðina til Nólsoyar

Ternan fekk ein leka í gjár og er nú farin á beding

Spógvin tekur 40 ferðafólk

Spógvin tekur 40 ferðafólk

2019-07-17 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandfaraskip Landsins skrivar á heimasíðu sínari, at Ternan tørvar bráðneyðuga umvæling, og er tískil farin á beding á middegi í dag. Hon silgdi seinasta túrin kl.09:30 úr Tórshavn og kl.10:30 úr Nólsoy. Tað verður nú Spógvin, ið røkir leiðina, og hann fór av Havnini klokkan 12:30.

Orsøkin til at Ternan noyddist at beding, var ein leki ið varð staðfestur í gjárkvøldið. 

Av tí at Spógvin skal røkja leiðina millum Havnina og Nólsoynna, fer Teistin at røkja siglingina á leið 61 í dag, ella til Spógvin verður tøkur aftur. Hetta merkir at fráferðirnar av Gomlurætt út í Hest kl. 08:45, 14:30 og kl.19:10, eru tilkallitúrar hjá Teistanum, upplýsir SSL.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder