Innanlands

Sildberin røkir nú Nólsoyarleiðina

Ternan er framvegis á beding

Sildberin - Mynd: Ólavur Frederiksen

Sildberin - Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-07-19 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at Ternan fekk ein leka - eitt hol á botnin - týskvøldið, og harvið noyddist á beding fyri arðu ferð í ár, varð Spógvin settur inn at sigala millum Havnina til Nólsoynna.

Spógvin røkti eisini hesa leiðina í gjár, men er nú farin at sigla millum Sandoynna og Skúvoynna, har Sildberin vanliga siglir. Har er vanliga ferðaætlanin galdandi.

Frá kl.06:00 í morgun hevur Sildberin siglt á leið 90. Nú verður siglt sambært galdandi ferðaætlan, og um neyðugt verður eykatúrur sigldur, upplýsir Strandfaraskip Landsins á heimasíðu sínari. 

Teistin hevur alla sigling millum Gomlurætt og Hest, til Spógvin verður tøkur aftur. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder