Uttanlands

Iransku myndugleikarnir lagt hald á bretskt skip

Hetta hendir, eftir at eitt iranskt tangaskip varð hildið aftur við Gibraltar fyri tveimum vikum síðani

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-07-20 19:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Íransku myndugleikarnir løgdu í gjár hald á bretska oljuskipið "Stena Impero", sum sigldi í Hormuz-sundinum.

Sambært DR er hetta hevnd fyri, at eitt iranskt tangaskip varð hildið aftur av bretsku sjóverjuni við Gibraltar fyri tveimum vikum síðani.

Áðrenn var grundgevingin annars tann, at skipið var rent saman við ein iranskan útróðrarbát.

Sambært Kringvarpinum, hava iranar eisini tikið eitt liberiskt skip, "Mesdar", sum fyritøkan Norbulk í skotska býnum Glasgow eigur, men tað skipið fekk loyvi at halda fram, eftir at vaktarfólk høvdu kannað tað.

Støðan hevur verið rættiliga spent við Hormuz-sundið seinastu tíðina. Hósdagin í síðstu viku upplýsti bretska stýrið, at fleiri iransk hernaðarskip royndu at forða einum bretskum tangaskipi at sigla gjøgnum sundið. Hetta var eftir, at iranska tangaskipið varð hildið aftur við Gibraltar.

Talsfólk hjá bretsku stjórnini sigur, at skip eiga at halda seg burtur frá økinum fyribils.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder