Uttanlands

Bretski fíggjarmálaráðharrin ætlar at leggja frá sær

Phillip Hammond ynskir ikki, at fara úr ES uttan avtalu, og verður tað Boris Johnson, sum yvirtekur sessin hjá Theresu May, ætlar hann at leggja frá sær mikudagin

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-07-21 13:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski fíggjarmálaráðharrin, Philip Hammond, sigur, at hann umhugsar at leggja frá sær mikudagin.

Hammond greiðir frá, at tað snýr seg um ósemjur við Boris Johnson, sum verður mettur at verða favorittur til at yvirtaka forsetisráðharraembætið frá Theresu May.

Tað er brexit, sum teir báðir eru ósamdir um.

Boris Johnson hevur áður sagt, at Bretland skal fara úr ES 31. oktober við ella uttan avtalu, og Philip Hammond ynskir ikki, at Bretland skal fara úr ES uttan eina avtalu.

Hammond varð spurdur av BBC, um hann væntaði at verða koyrdur úr starvi av komandi forsetisráðharranum, og til hetta svaraði hann, at hann fór at geva Theresu May sína uppsagnarumsókn mikudagin, áðrenn hon gevst sum forsetisráðharri.

Hammond heldur, sambært DR, at tað er umráðandi, at fíggjarmálaráðharrin og forsetisráðharrin eru samdir um brexit. So verður ikki, um Boris Johnson verður tann, sum skal yvirtaka forsetisráðharrasessin, og Phillip Hammond heldur fram sum fíggjarmálaráðharri.

Nýggi forsetisráðharrin verður valdur týsdagin, og tekur hann við starvinum mikudagin.

Sambært Hammond bendir alt á, at Boris Johnson vinnur sessin hjá Theresu May, men tó bíðar hann við at taka eina endaliga avgerð, til tað er greitt, hvør nýggi forsetisráðharrin verður.

Sambært JyllandsPosten ætla fleiri aðrir ráðharrar eisini at leggja frá sær, um konservativi flokkurin velur Boris Johnson til nýggjan floksleiðara og forsetisráðharra.

Talan er um David Gauke, løgmálaráðharra, og Rory Stewart, menningamálaráðharra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder