Innanlands

KFUM: Eingin ólavsøkubasarur í ár

Nevndin boðar frá, at hetta kemst av, at ólavsøkan er broytt, og at hetta tiltakið allarhelst ikki verður partur av ólavsøkuni framyvir

Í ár verður ikki møguleiki at koma inn her til tombola, eydnuhjól o.a - Mynd: KFUM Tórshavn

Í ár verður ikki møguleiki at koma inn her til tombola, eydnuhjól o.a - Mynd: KFUM Tórshavn

2019-07-22 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leingi hevur ein fastur partur av ólavsøkuni verið basarurin í KFUM. Ígjøgnum árini hevur eitt ótal av fólki vitja á Hoydalsvegnum á tjóðarhátíðini; hjá fleiri hevur hetta verið siðvenja. Í ár verður hetta ikki ein møguleiki.

Nevndin í KFUM boðar á facebook-síðu sínari frá, við stórum sorgblídni, at eingin ólavsøkubasarur verður í ár, og at hendan siðvenjan steðgar nú.

Orsøkin er, at seinnu árini hevur nevndin merkt avleiðingarnar av, at ólavsøkan gjøgnum tíđina er broytt, og at tíðin nú er farin frá ólavsøkubasarinum.

Í kunngerðini stendur, at tey vóna at nógv hyggja aftur á afturvendandi tiltakið við gleði, og harmast um at hetta ikki longur er partur av skránni. Eisini vil nevndin takka øllum sum sjálvboðin hava hjálpt ,og øllum sum hava vitjað basarin hesi mongu árini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder