Innanlands

YR og DMI: Oysandi regn ólavsøkuaftan

Vónandi raka veðurstovurnar við síðurnar av

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-22 12:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt sindur av mjørka á ólavsøku eru vit von við, men tað skal helst ikki regna alt ov illa. Ólavsøkan verður sett seinnapartin 28. juli, og tá verður sambært teimum báðum veðurstovunum YR og DMI oysandi regn.

Bæði norska og danska verðurstovan lova í langtíðarforsøgnini 14 mm avfall frá middegi ólavsøkudag til klokkan 18. Síðani eru veðurstovurnar eitt sindur ósamdar um avfalli næstu tímarnar. DMI sigur at tað verður 13 mm í avfalli frá klokkan 18 til midnátt meðan YR sigur, at tað verður turt hesa løtuna.

Enn kann nógv broytast, og vónandi broytir tað til tað betra. Enn lova veðurstøðirnar í øllum førum mestsum turt mánadagin ólavsøkudag. YR sigur tó frá eitt sindur av regni mánakvøldið.

Sí veðurforsøgn hjá DMI
Sí veðurforsøgn hjá YR

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder