Innanlands

Eingin sól næstu dagarnar

Í dag regnar til út á kvøldið

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-07-23 15:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað er vátt veður í dag og mjørki liggur eisini í støðum.

Í dag er lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, millum 3 og 7,5 m/s. Tað regnar tað mesta av degnum, millum 0,1 og 0,4 mm. Í kvøld verður turt. Hitin kvinkar seg uppeftir, úr 11 og upp í 13 hitastig.

Í morgin sær betri út. Fyriuttan okkurt lítið æl verður turt tað mesta av degnum. Í vindinum verður gul til andøvsgul av suðri um náttina og fyrrapartin, millum 5 og 7,5 m/s. Seinnapartin minkar niður í lot til gul av skiftandi ættum, millum 2 og 5 m/s. Hitin millum 11 og 12 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder