Ein skúlaflokkur á tøknibreytuni á Tekniska Skúla í Klaksvík er komin í trupulleikar. Hetta kunnu næmingar og lærarar tó ikki lastast fyri. Flokkurin skal eftir ætlan á námsferð í heyst, og hevði bílagt sína ferð til Kroatia ígjøgnum WeTravel.
Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at ferðaskrivstovan er farin á húsagang, og at hetta ávirkar tey, sum hava bílagt ferð frá WeTravel.
Les meira: WeTravel farið á húsagang
Hetta ávirkar millum annað næmingarnar, sum eftir summarfríðitíðina skulu ganga á 3. árið á tøknibreytini. VP skrivar, at helst er allur peningurin hjá teimum 18 næmingunum mistur.
Tey 18 ungu hava annars savnað inn á ymsan hátt fyri at rinda ferðina fyri seg og lærarnar/ferðaleiðararnar. Magnus Norðberg er ein av teimum, sum eftir ætlan skuldi vera við sum ferðaleiðari. Hann sigur við vp.fo:
- Hetta gjørdist ein keðilig og ikki minst syrgilig støða hjá næmingunum at koma í, men nú fara vit at royna, um vit ikki kunnu fáa peningin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald