2019-08-01 18:08
Ætlar tú tær ein túr oman á Pollin ella út á Lónna, so er í framtíðini neyðugt at hava gjaldskort til Visa ella MasterCard við.
Fólk, sum vitjaðu í Saksun í dag kundu nú staðfesta, at arbeiðið er komið langt við at seta upp eina stóra rimagrind, sum gangast skal ígjøgnum í framtíðini. Fyri at sleppa gjøgnum rimagrindina er neyðugt at ein ávís upphædd verður flutt av Visa- ella MasterCard korti inn á í ein gulan gjaldsterminal.
Nýtt hegn er eisini sett upp í økinum, men enn er vegurin tó ikki stongdur av, skal sigast.
Mynd: Magni Mouritsen
Mynd: Magni Mouritsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald