Uttanlands

- Handtøkan av A$AP Rocky kann fáa "neiligar avleiðingar"

Sendifólk hjá USA ávarar um, at málið kann fáa avleiðingar fyri sambandið millum USA og Svøríki

A$AP Rocky (Mynd: EPA)

A$AP Rocky (Mynd: EPA)

2019-08-03 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stýrið í USA hevur nú enn eina ferð blandað seg uppí málið um rapparan, A$AP Rocky, sum í ein góðan mánaða sat varðhaldsfongslaður fyri harðskap í Svøríki.

Í gjár varð hann tó leyslatin, og væntandi fellur dómur í málinum 14. august.

Í einum brævi til svenska ríkisadvokatin, ávarar sendimaðurin hjá USA í málum um gíslatøku, Robert O'Brien, um, at tað fer at fáa "neiligar avleiðingar" fyri sambandið millum londini, um málið ikki verður loyst skjótt.

Tað skrivar CNN, sum hevur almannakunngjørt brævið, sum varð sent 31. juli.

Svenski ríkisadvokaturin, Petra Lundh, svaraði dagin eftir, 1. august, at hon ikki kann blanda seg uppí eitt rættarmál, sum er farið ígongd.

Les eisini: A$AP Rocky noktar seg sekan

- Tað er bert dómstólurin, sum undir ella eftir rættarmálið kann avgera, hvørt persónurin verður leyslatin, skrivar hon, sambært DR.

Petra Lundh sigur, at hon hevur fulla virðing fyri skylduna hjá amerikanska stýrinum at umboða sínar ríkisborgarar, men hon endurtekur, at hon ikki er før fyri at gera nakað við málið.

Talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum hevur noktað at givið viðmerkingar til brævið.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur eisini fleiri ferðir blandað seg uppí málið.

Í telefonsamrøðu við svenska forsetisráðharran, Stefan Löfven, í juli, bjóðaði Trump seg til at gjalda veðhald fyri A$AP Rocky, men veðhald er, sambært svenskari lóg, ikki ein møguleiki.

Trump hevur eisini roynt at fingið Stefan Löfven at blanda seg uppí málið, men hetta hevur hann noktað at gjørt. Svenski forsetisráðharrin hevur, sambært svenskum miðlum gjørt greitt, at A$AP Rocky ikki fær serviðgerð, hóast hann er kendur í altjóða tónleikaumhvørvinum. Hann hevur eisini gjørt greitt, at hann sum forsetisráðharri heldur ikki hevur valdið til at ávirka málið.

- Øll eru líka undir lógini, sjálvt vitjandi úr øðrum londum, sigur hann.

Les eisini: Trump finst at Stefan Löfven

placeholder
placeholder