Fyri fyrstu ferð síðani 2017 vísir ein spurnarkanning í Skotlandi, at ein meiritalið er fyri loysing. Reuters skrivar, at hesin meiri eisini ynskir at málið kemur aftur til fólkatkvøðu. Sambært atkvøðugreisðluni hjá Michael Ashcroft høvdu 46 % av teimum beint yvir 1000, sum høvdu svarað, atkvøtt ja til loysing - 43 % høvdu sagt nei. Harvið er talan um ein lítlan meiriluta. Í 2014 atkvøddu skotar ímóti at gerast sjálvstøðug tjóð. Tá søgdu 55 % nei.
Brexit er høvuðsorsøkin til, at støðan í Skotlandi er broytt. Í 2016 atkvøddu næstan tveir triðingar av skotum fyri at verða verandi í ES, og tað er tað, sum veruliga skilir partarnar, tí Skotland sær sína framtíð í ES.
Í Skotlandi hevur ynski verið um eina nýggja fólkatkvøðu viðvíkjandi spurninginum um loysing. Men konservativa stjórnin í Bretlandi sýtir fyri hesum. Theresa May segði, at slík fólkaatkvøða bert kann koma fyri einaferð í einum ættarliðið, og at úrslitið skal virðast. Hetta er avloysari hennara, Boris Johnson, púra samdur í. Undir sínari vitjan í Skotlandi í seinastu viku, segði at tað ikki nøkru orsøk til nýggja fólkaatvøðu, og hann endurtók tað, sum May hevur sagt.
Boris Johnson er ógvuliga illa dámdur í Skotlandi. Ein kanning hjá YouGov hevur vist, at tríggir út av fýra skotum eta, at nýggi bretski forsetismálaráðharrin er óegnaður, og fleiri konseravativ í Skotlandi eru ósamd við hansara Brexit-ætlanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald