Innanlands

- Vit skulu inn aftur av glíðibreytini

Miðflokkurin legði fram valskránna á drúgvum fundi fyrrapartin

Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-08 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Miðflokkurin hevur nógv upp á hjartað til komandi løgtingsval. So nógv, at framløgan av valskránni fyri tíðindafólki og øðrum áhugaðum í Kaffihúsinum í Havn í morgun tók næstan hálvanannan tíma.

Enn sum áður bjóðar Miðflokkurin seg fram, sum verji fyri at varðveita tey kristnu virðini í føroyskum politikki við greiðum boðskapi um, hvat flokkurin vil, serliga á familju-, sosial- og heilsuøkinum.

- Okkara ynski er at koma inn aftur av glíðibreytini, segði Jenis av Rana, floksformaður og vísti á, glíðibreytina, sum ávarað var ímóti tá grein 266b í revsilógini varð samtykt fyri nógvum árum síðani, eftirhondini.

Grein 266b er farin
Upp á fyrispurningin um hetta merkir eina broyting í júst hesi greinini aftur til tað gamla, sigur Jenis av Rana tó, at tað ikki er ætlanin.

- Grein 266b er eitt liðugt kapitul. Tað er farið. Men vit eru ikki í iva um, at tað eru flokkar og politikarar, sum ynskja, at vit ganga longur út á hesum økinum, og hesum vilja vit stríðast ímóti, legði hann afturat.

Og tí verður staðfest í valskránni hjá Miðflokkinum t.d., at hjúnabandið er millum mann og kvinnu og ikki annað. At sokallað løgfrøðiligt kynsskifti ikki kemur upp á tal og so slett ikki fyri børn. Og at mannalív byrjar við gitnaði, og at øll lóggáva tí eisini er galdandi fyri barnið í móðurlívi.

Ófrættakend sosialisma
Jenis av Rana kom eisini inn á frágreiðingina um javnstøðupolitikk, sum landsstýriskvinnan í almannamálum legði fyri tingið í februar mánaði í fjør.

”Einsrættingarskjalið” kallar Jenis av Rana hetta ritið, sum Miðflokkurin als ikki kann góðtaka, tí talan er er um at tað almenna skal inn á dagstovnar og menta børnini til at hava eina serliga áskoðan. Lagt verður, sambært Jenisi av Rana, eisini upp til, at foreldur kunnu kallast inn á dagstovnar og veg- ella rættleiðast í javnstøðuspurningum.

- Tey vilja fara frá, at dagstovnar skulu vera ein ansingarstovnur, sum veitir foreldrum eina tænastu, til at gerast ein alingarstovnur, sum skal ávirka børnini um javnstøðu og kynsfatan. Hesum kunnu vit als ikki taka undir við. Tað eru foreldrini, sum eiga barnið, ikki tað almenna.

- Hetta einsrættingarskjalið, sum er súrgað av ófrættakendari sosialismu skal tí burtur úr Alannamálaráðnum, um vit koma til valdið. Tað skal destruerast, segði Jenis av Rana undir framløguni.

Vit hava nóg mikið av pengum
Miðflokkurin peikar á eina røð av tiltøkum, sum skulu setast í verk, um teimum verður latið vald í hendi. Nógv av hesum tiltøkum eru kostnaðarmikil. Vit taka úr rúgvuni: Longri barsil, barnastuðul, stuðul til íbúðabygging, styttri bíðitíðir innan heilsuverkið, viðgerðartrygd, fylgjarar til øll, ið verða send av landinum til viðgerðar, fleiri læknar, skattalætta til lág- og miðalinntøkur, lækking av mvg á matvørum, avtøka av uppboðssølu og tilfeingisgjaldi hjá fiskivinnuni, størri játtan til tollvaldið, sendistovu í Ísrael, hægri menningarhjálp, betri samferðslu til útjaðaran og ferð á boring av tunlum til Dals, norð um Fjall og til Famjins.

- Vit hava pengarnar. Í staðin fyri at seta teir í ein grunn, sum er ætlaður at loysa við, so kunnu vit brúka teir til at hjálpa teimum, sum veruliga hava brúk fyri hesum pengum nú, segði Jenis av Rana millum annað.

Illvilji móti almennari umsorgan
Yvirhøvur er illvilji umsorganini, sum tað almenna hevur mótvegis borgaranum, rættiliga gjøgnumgangandi í valskránni hjá Miðflokkinum.

”Hjørtu, heldur enn lógargreinar, mugu stýra øllum almennum samskifti við borgaran”, ”Lóggevast má um, hvør uttanífrá hevur atgongd til skúlar og stovnar við síni ávirkan”, ”Lógarstaðfest skal, at foreldrini, ikki tað almenna, hava ognarrættin til barnið”, ”Frælsið í vinnulívinum má verjast, vinnan skal hava støðugar karmar at virka undir”, ”Ongin skal noyðast av arbeiðsmarknaðinum vegna aldur” og ”Privatu vørpini fáa somu sømdir at virka undir, sum almenna kringvarpið”, stendur millum annað at lesa í valskráini hjá flokkinum.

[object Object]
Bill Justinussen legði fram ætlanirnar hjá Miðflokkinum á íbúðar- og vinnupolitiskaøkinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Steffan Klein Poulsen, valevni umboðandi Ung fyri Miðflokkin, legði fram ætlanirnar viðvíkjandi longri barsilsfarloyvi (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder