Uttanlands

Álop á mosku í Noregi: Ungur maður skuldsettur fyri dráp og drápsroynd

Ungi maðurin skal eitast at hava skrivað fleiri greinar á netinum, har hann m.a. hálovaði manninum, sum skeyt 50 fólk í Christchurch

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-08-11 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð ein persónur skotin inni í einari mosku í norska býnum Bærum nærindis Oslo, og í gjárkvøldið varð ein ung kvinna eisini funnin deyð í somu kommunu í sambandi við kanningararbeiðið hjá løgregluni.

Norska løgreglan upplýsti á tíðindafundi í gjár, at deyðsfallið verður roknað sum illgrunasamt, og at málið verður kannað sum eitt møguligt dráp.

Unga kvinnan varð funnin fáar tímar eftir, at ein vápnaður maður leyp á eina mosku, og løgreglan heldur í løtuni, at samband kann vera millum hesi bæði málini.

Sambært løgregluni, kendust unga kvinnan og ungi maðurin, sum í gjár varð handtikin fyri at leypa á moskuna.

Løgreglan upplýsir, at talan er um eitt familjusamband. Maðurin, sum varð handtikin í gjár er fyrst í 20'unum, er av norskum uppruna, og býr hann eisini í íbúðini, har unga kvinnan varð funnin.

Ungi maðurin er skuldsettur fyri bæði dráp og drápsroynd.

TV2 skrivar, at ein persónur varð skotin í moskuni Al-Noor Islamic Centre, men at tað er ógreitt, hvat støðan hjá viðkomandi er í løtuni.

Undir álopinum eydnaðist tað einum eldri manni á staðnum at yvirmanna brotsmannin.

Málið varð fráboðað klokkan 15.30 í gjár føroyska tíð, og trý korter seinni boðaði løgreglan frá, at brotsmaðurin varð handtikin, og at tey høvdu fingið tamarhald á støðuna.

Sambært DR, hevur løgreglan fingið fleiri tipp um, at maðurin, sum varð handtikin fyri at standa aftanfyri skottilburðin í moskuni, hevur skrivað fleiri greinar á netinum. Millum annað skal hann eitast at hava skrivað fleiri greinar á kjaksíðum, har hann hevur hálovað hópdrápsmenn, eitt nú mannin, sum skeyt og drap 50 fólk í tveimum moskum í Christchurch í Nýsælandi fyrr í ár. Tí verður netaktiviteturin hjá unga manninum eisini kannaður í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder