Innanlands

Framsókn vónar at samgongan kann halda fram

”Ryggurin er sum á maðki” tá tey koma undir trýst, men kortini besta boð upp á samgongu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-12 13:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stendur tað til Framsókn – seinastu tvær atkvøðurnar hjá sitandi samgongu, men kanska eisini mest loyalu – so hevði besta loysnin fyri landið verið, at samgongan saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi slapp at halda fram eftir løgtingsvalið 31. august.

Fyrrapartin legði Poul Michelsen, floksformaður og -stovnari, valskránna undir yvirskriftini ”Haldføri – fyrst og fremst”.

- Vit hava fingið nógv burtur úr í verandi samgongu, og vit eru eisini sannførd um, at best hevði verið at sloppið fram, segði Poul Michelsen.

Men hann var ikki bara nøgdur við tað, sum flokkarnir hava megnað í núverandi samstarvinum.

Hann vísti á seinastu avgerðina hjá løgtinginum áðrenn farið var heim í valstríð.

- Tað er spell, at tá flokkarnir koma undir bara eitt sindur av trýsti, so bognar ryggurin á teimum sum á maðki, segði Poul Michelsen.

Hann sipaði til uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at lata fleiri fiskidagar til útróðrarbátar í bólki 5B. Tey bæði tingfólkini hjá Framsókn vóru tey einastu sum atkvøddu ímóti hesum uppskotinum.

- Í veruleikanum hava vit frítt fiskarí nú. Hetta er í stríð við tað lyfti, sum vit hava givið bæði vinnuni og lívfrøðini um at allur fiskiskapur skal vera á lívfrøðiligum grundarlagi.

Fá lyfti, ið kosta
Framløgan hjá Poul Michelsen var nakað øðrvísi enn hjá teimum báðum flokkunum, sum higartil hava lagt síni vallyfti fram, Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum.

Serliga tí, at Framsókn ikki fer eftir at geva veljarum lyfti sum kosta. Hvørki skattalætta, hægri pensjón, lægri arbeiðsviku, longri barsilsfarloyvi, tunlar ella hægri stuðul til mentanina.

- Okkurt skal brúkast av pengum, segði Poul Michelsen tó, tá hann greiddi frá einasta punktinum hjá Framsókn, sum hevur eina beinleiðis útreiðslu við sær fyri landskassan.

Og tað er heilsuverkið, sum skal kunna telja millum heimsins bestu, um Framsókn fær sín vilja. Orkan skal brúkast betri, virksemið í serliga Klaksvík og Havn skal samantvinnast betri og møguleikarnir at taka útbúgvingar innan heilsuøkið í Føroyum skulu betrast.

Hartil skal hospice-tilboðið á Landssjúkrahúsinum uppraðfestast ”vit skulu hava virðiligari tænastu til tey, sum hava tørv á hesum tilboði” og so skal tilvísing tryggjast, tá illgruni er um krabbamein- ella hjartasjúku, so at neyðug útgreining er sett í verk innan tvær vikur.

Haldføri
Valskráin hjá Framsókn byggir á 18 mál, har yvirskipaða málið er ”haldføri – fyrst og fremst”. Málini eru bólka undir trý frælsi, tað persónliga, tað vinnuliga og tað tjóðskaparliga.

Poul Michelsen dróg fimm av hesum málum fram í framløguni í morgun, harav tað eina er áðurnevndu lyfti um betrað sjúkrahústilboð.

Størst týdning fyri haldførið, sum flokkurin leggur stóran dent á, er at vit skulu sleppa burtur úr búskaparligu sveiggjunum, ið hava merkt føroyskan politikk seinastu árini.

- Í løtuni er búskapurin góður, og hetta skal gjarna halda fram. Tí ræðir tað okkum, at hinir flokkarnir yvirbjóða hvønn annan við vallyftum, sum kosta. Vit fara til val við lyfti um at vit vilja tryggja búskapin. Hetta kann gerast upp á nógvar mátar, við at gjalda niður skuld, spara upp í búskapargrunn, men tað hevur eisini alstóran týdning fyri okkum, at langtíðarkarmar verða gjørdir so at rakstur og íløgur hjá bæði landi og kommunum verða løgd í fastar karmar.

- Kommunurnar mugu takast við. Tað er ikki nokk hjá teimum bara at rópa upp um útjavning. Framsókn tekur ikki undir við útjavning uttan við treytum, og treytirnar eru, at kommunurnar taka ábyrgdina av menningini av samfelagnum, og tað gerst bara við størri kommunalum eindum. Fáa vit færri eindir á kommunala økinum, so rokni eg eisini við, at tørvurin á eini útjavning minkar munandi, segði Poul Michelsen.

Lívfrøðin skal virðast
Menning av teimum stóru vinnunum í landinum, fiski-, ali- og ferðavinnuni hevur eisini høga raðfesting hjá appelsingula flokkinum.

- Fiskivinnunýskipanin hevur síni lýtir, sum vit kunnu rætta uppá. Men tað skal ikki gerast, eins og Javnaðaflokkurin og Tjóðveldi gjørdu í síðstu viku, við at lata seg víkja fyri trýsti.

Framsókn ynskir at fiskivinnulóggávan skal vera so einføld sum gjørligt, men tað er av týdningi, at hon byggir á lívfrøðiliga burðardygd.

Hartil skal uppboðssøluskipanin varðveitast – ”tað er eitt obligatoriskt krav frá okkum” – og helst útbyggjast, og útlendingar skulu ikki hava atgongd til veiðirættindini í føroyskum sjógvi, við trýsti á orðið rættindi.

Trupulleikin við uppboðsskipanini í dag er, at verandi eigarar yvirbjóað hvønn annan í løtuni, tí teir eru so grammir eftir at fáa hendur á øllum kvotum. So leingi, sum hetta er galdandi, virkar skipanin ikki. Ein loysn kann vera at fáa størri nøgdir lagdar út í uppboðssølu.

Tað er ein sannroynd, at helmingurin av inntøkunum í Føroyum nú kemur frá alivinnuni. Tí er neyðugt við tryggum lógarkarmum. Men alingin kann eisini víðkast, eitt nú við aling á landi, aling á opnum havi og aling av øðrum fiskasløgum.

Fólkið eigur náttúruna, men bøndurnir mugu við
Ferðavinnan, sum er eitt gott íkast til føroyska búskapin er í løtuni merkt av, at øll eygu verða vend móti rættinum at ganga í haga. Hetta eru viðurskifti, sum mugu skipast, og tað má vera saman við teimum, ið longu virka í økinum, bóndunum.

- Men tað er Føroya fólk, sum eigur føroysku náttúruna, og tí er neyðugt at finna eina semju millum allar partar. Bøndurnir, sum hava rættin at brúka náttúruna, skulu ikki missa nakað av hesum, segði Poul Michelsen.

Seinastu málini, ið vórðu tikin fram vóru náttúra/umhvørvi og at fáa sett ferðina á grøna orku, har flokkurin í báðum førum leggur upp til at finna breiðar sermjur.

- Allir flokkar ynskja, at nakað verður gjørt við dálkingina og allir eru samdir um fáa ferð á skiftið til grøna orku í 2030. Men vit hava lyndi til at dyrka ósemjurnar millum flokkarnar heldur enn at finna fram til semjurnar, so vit kunnu koma á mál á hesum økjum eisini, segði Poul Michelsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder