placeholder
Innanlands

Bjargingartyrlan boðsend í Ormadal

Ein persónur kom til skaða men varð skjótt fluttir á Landssjúkrahúsið, upplýsir MRCC

Tilvildarlig mynd - jn.fo

Tilvildarlig mynd - jn.fo

2019-08-13 07:18 Author image
Agnar Prestá

In.fo skrivar, at um 17 tíðina í gjár fekk MRCC boð um, at ein persónur hevði meiðslað sær beini í haganum norðarlaga á Viðoynni. 

Tvey fólk vóru farnar í Ormadal, og tað eina kom illa fyri og megnaði ikki at koma heim sjálvur orsakað av beininum. Talan var um eina føroyska kvinnu.

Bjargingartyrlan noyddist eftir honum, og ein tíma eftir fráboðanina var sjúklingurin á Landssjúkrahúsinum. 

placeholder
placeholder