placeholder
Innanlands

Nýtt graslíki lagt á sparkivøllin í Syðrugøtu

Graslíkið er uttan gummi-granulat

(Nýggja undirlagið - Mynd: Eysturkommuna)

(Nýggja undirlagið - Mynd: Eysturkommuna)

2019-08-13 19:18 Author image
Agnar Prestá

Leingi hevur ein sparkivøllur verður í Syrðugøtu, og nú ber til at sparka har á nýggjum undirlagið. Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í summar varð nýtt graslíki lagt á vøllin.
 
Nýggja graslíkið er uttan gummi-granulat, og er sostatt meira umhvørvisvinarligt. Í framtíðini verður tað allarhelst eitt UEFA-krav, at graslíkisvallir ikki hava hetta í.  Ístaðin fyri gummi-granulatið, er ein mátta undir graslíkinum. Máttan ger at vøllurin kennist bleytari.

Graslíkið er frá Idé Møblum.

placeholder
placeholder