placeholder
Innanlands

Her eru valstøðini í Klaksvíkar Kommunu

KÍ-høllin verður hesaferð stóra valstaðið

Mynd: Klaksvíkar Kommuna

Mynd: Klaksvíkar Kommuna

2019-08-13 18:18 Author image
Agnar Prestá

Klaksvíkar Kommuna hevur fimm valstøð til løgtingsvalið 31 august. Í dag skrivar kommunan á heimasíðu sínari, at valt verður á hesum valstøðum:

KÍ-høllin í Klaksvík  (Klaksvík, Ánirnar og Norðoyri)

Kappróðrarneysti í Árnafirði  (Bygdin Árnafjørður)

Skúlin á Húsum   (Bygdirnar: Húsar og Syðradal)

Skúlin í Mikladali   (Bygdirnar: Trøllanes og Mikladal)

Skúlin í Svínoy   (Bygdin Svínoy)

Til løgtingsvalini í 2015 og 2011 varð valt í skúlahøllini í Klaksvík, men nú verður tað, eins og til farna kommunuval og fólaktingsval, í KÍ-høllini.   

Til ber at velja frá klokkan 10, og hildið verður fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Kommunan boðar eisini frá, at um onkur, av sjúku ella øðrum orsøkum, ikki kann koma á valstaðið, skal boðast frá hesum, við at seta seg í samband við Miðlan áðrenn hósdagin 29. august. Sum vanligt er, verða valkort til løgtingsvalið send øllum teimum, ið standa á vallistanum. 

placeholder
placeholder