Loysingin og republikkin eru enn í eygsjón, men retorikkurin tykist meira sinniligur nú Tjóðveldi biður veljaran um stuðul til enn eitt skeið í landsins stýri.
Í dag legði Høgni Hoydal fram valskránna hjá Tjóðveldi. ”Menningin loysir seg” er høvuðsboðsskapurin, men aðalmálið er framvegis at skipa - menna - Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, varð staðfest á fundinum.
Í eini roynd at fáa ein størri part av politiska landslagnum við til ætlanina mælir flokkurin nú til at arbeiða fyri, at ein fullveldissáttmáli verður gjørdur við Danmark. Talan skal vera um ein sáttmála millum javnbjóðis partar, har avtala verður gjørd um samstarv, eitt nú um gjaldoyra, samstarv um hægstarætt og rættindi hjá borgarum í báðum londum.
- Hetta er sama mál, sum vit altíð hava havt. Vit ásanna at hetta als ikki verður lætt, tí ein slík samráðing skal vera millum javnbjóðis partar, eins og tá í onnur sjálvstøðug lond gera avtalur um samstarv sínámillum, staðfesti Høgni Hoydal.
Og hann legði samstundis dent á, at ein slíkur sáttmáli ikki fær gildi fyrr enn hann hevur verið til fólkaatkvøðu í Føroyum, og at tað framvegis eisini er ætlanin, at føroyingar skulu samtykkja sína egnu stjórnarskipan.
Loyst mál og mál í menning
Í teirri stuttu útgávuni av válskránni staðfestir Tjóðveldi trý mál, sum eru loyst í verandi samgongu í samstarvi við Javnaðarflokkin og Framsókn. Tey eru ein framskygdur fíggjarpolitikkur, sameiningin av sjúkrahúsunum og pensjónsnýskipanin.
Staðfest verður eisini, at tað liggja stórmál á borðinum, sum enn eru í menning. Tey eru ein burðardygg fiskivinna (nýskipanin) og ein ætlan fyri íløgur í útbúgvingar, gransking og mentan.
Spurdur um samgongumøguleikar eftir valið, sigur Høgni Hoydal, at stevið hevur verið nøktandi í núverandi samgongu, og at hann ikki sær trupulleikar við at halda fram, um C, E og F fáa meiriluta á tingi.
Men tjóðveldisformaðurin staðfestir eisini, at tað nokk er avmarkað hvørjar aðrar samgongumøguleikar flokkurin hevur, tí Tjóðveldi hevur nøkur aðalmál, sum flokkurin ikki kann víkja frá, eitt nú øllum krøvum um at fara aftur til farnar skipanir í málum, har flokkurin metir seg at vera komin víðari á sjálvbjargnisleið.
Tjóðarmál
Síðan listar flokkurin upp sjey mál – Tjóðarmál, verða tey kallað – sum flokkurin vil arbeiða fyri, har tað eisini verður gjørt greitt fyri veljaranum, at hesi mál eru so týdningarmikil at fáa loyst, at neyðugt kanska verður at leggja partapolitikk og seráhugamál til viks fyri at loysa hesar trupulleikar.
Fyrsta málið er bústaður til øll. Lyftið er, at 500 nýggjar bústaðir verða bygdir komandi valskeið, og at privat og kommunur skulu kunna vera við í størri parti av byggingini. Og so skulu Bústaðir fáa heimild til at útgeva lánsbrøv til tess at fáa møguleika at veita 2. veðrættarlán til húsabygging í útjaðaranum. Tjóðveldi ásannar sostatt, eins og aðrir flokkar hava gjørt, at tað er neyðugt hjá tí almenna at seta í verk útlánsvirksemi til tess at fáa gongd á byggingina uttan fyri miðstaðarøkið.
Annað tjóðarmálið er, at fáa gagn av ferðavinnuni. Ferðavinnan skal verða burðardygg, og skal leggja pengar eftir sær um alt landið. Rætturin at ferðast skal tryggjast, tó uttan at hvørsmansrætturin verður nevndur, men at hetta skal gerast í samstarvi við fólk á staðnum. Føroyingar skulu hava rætt, undr ábyrgd, at ferðast í náttúruni uttan at rinda fyri tað.
Triðja málið er viðgerðartrygd í heilsuverkinum. Tjóðveldið sigur, at ein føroysk viðgerðar- og útgreiningartrygd skal skipast, sum skal tryggja fólkinum ”stundisliga viðgerð í Føroyum”. Flokkurin vil sostatt hava, at allar viðgerðir, ið kunnu gerast í Føroyum, verða gjørdar her heima, og at viðgerðir framhaldandi kunnu keypast eftir tørvi uttanlands, men talan skal vera um ”fyrstafloks viðgerðir”.
Fjórða málið er at fáa ferð á grønu orkuna. Flokkurin vil, at nýggj hús longu frá 2022 skulu áleggjast krøv um grøna orkuveiting, og skapast skulu møguleikar hjá øðrum at leggja um til grøna orku. Hetta málið snýr seg eisini um at fáa orkuvinarligari skip og at basa plastdálking á sjónum.
Stytting av arbeiðsvikuni
Fimta tjóðarmálið eitur ”Føroyskar loysnir skapa frælsi í familjulívinum”. Hetta snýr seg um at bøta um korini í familjunum millum annað at fara í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um ”eina møguliga stytting av arbeiðsvikuni, har byrjast skal við hjá fólki í ”vakttungum størvum”. Málið snýr seg eisini um at geva størri rásarúm til at brúka barnsburðarfarloyvi eftir tørvi og at fremja fólkaheilsuna.
Vinnulívið kemur inn sum sætta tjóðarmál sambært Tjóðveldi, og í hesum føri snýr tað seg um at uppraðfesta rávøru- og matvørumenningina, bæði til útflutnings av dygdarvørum, men eisini at leggja ein størri part av matvøruframleiðsluni her heima, so vit gerast meira óheft av útlendskum vørum, pengum og áhugamálum.
Síðsta av teimum sjey tjóðarmálunum hjá Tjóðveldi er at geva møguleika hjá fólki at ”virka og liva allastaðni í Føroyum”. Hetta snýr seg mest um samferðslu og møguleikarnar at búleikast á útoyggj og smáplássum. Virkast skal fyri, at almenn starvsfólk í nógv størri mun enn nú kunnu arbeiða heimanífrá, og harvið skapa møguleika hjá fleiri fyri at liva og virka á útoyggj. Men undir hesum er eisini ein tunnilsraðfesting, sum sigur at tunnilin norð um Fjall skal borast eftir Hvalbiartunnilin og síðan ”hinir størri landtunnlarnar”, og at Famjinstunnilin eigur tørn eftir Dalstunnilin og síðan tunnlarnir til Tjørnuvíkar og Gjáar. Um suðuroyartunnilin verður sagt, at hann skal ”setast á skrá”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald