placeholder
Uttanlands

38 donsk sløkkiliðsfólk farin til Grønlands

Eldurin, sum hevur herjað í ein mánað, skal nú sløkjast. Grønland hevur biðið Danmark um hjálp

Mynd: KNR

Mynd: KNR

2019-08-14 07:18 Author image
Agnar Prestá

Tey 38 donsku sløkkiliðsfólkini skulu hjálpa lokalu sløkkiliðunum at basa eldinum, sum brennur millum Sisimiut og Kangerlussuaq 

DR skrivar á heimasíðu sínari, at grønlendska landsstýrið hevur biðið danir um hjálp, og nú er hjálpin send.

– Danmark er altíð til reiðar at hjápa Grønlandi, tá tørvur er á tí. Vit hava eitt serligt samband í ríkisfelagsskapinum. Tí er hetta ein sjálvfylgja. Hetta sigur danski verjumálaráðharrin Trine Bramsen.

Eldurin er undir jørð, og uppgávan er, at innibyrgja hann, so hann ikki ger meira skaða.

placeholder
placeholder