placeholder
Innanlands

Pláss eftir á fleiri útbúgvingum á Setrinum

Á listanum hjá Fróðskaparsetri Føroya fríggjadagin vóru 17 útbúgvingar. Freistin at søkja er í morgin

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

2019-08-14 12:15 Author image
Agnar Prestá

Fríggjadagin boðaði Fróðskaparsetur Føroya frá, at enn eru tøk pláss eftir á Setrinum til komandi lestrarár.

Til og við 15. august 2019 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.

Setrið skrivaði, at umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er ikki heilt vist, at tað er pláss enn á øllum 17 útbúgvingunum, sum vóru á listanum á heimasíðuni hjá Fróðskapaparsetrinum fríggjadagin 

Annars er møguleiki at søkja til og við dagin í morgin. 

placeholder
placeholder