Innanlands

Frítíðarskúli fyri øll í 1. og 2. flokki í Klaksvík

Kommunan hevur funnið eitt fjórða høli, so at bíðilisti ikki longur verður neyðugur

Hølið á Skúlavegi, ið er eitt av teimum, har Snjallabjalla húsast

Hølið á Skúlavegi, ið er eitt av teimum, har Snjallabjalla húsast

2019-08-14 13:19 Author image
Agnar Prestá

Klaksvíkar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at seinastu tíðina hevur Snjallabjalla havt ein bíðilista, men kommunan hevur leingi ynskt at kunna bjóðað øllum børnum í 1. og 2. flokki pláss í frítíðarskúlanum.

Av hesari orsøk hevur verið roynt at funni røttu loysnina viðvíkjandi hølisviðurskiftunum hjá Snjallubjallu, og framyvir fer Snjallabjalla at húsast í fýra ymiskum støðum tætt við skúlan. 

Útyvir at húsast á á Skúlavegi 1, í Batmintonhøllini og í Skákinum sum frammanundan, fer frítíðarskúlin framyvir eisini at halda til í kjallaranum í Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu.  

- Vit hava leingi ynskt at fáa bíðilistan burtur, soleiðis at stovnurin kann rúma øllum børnum í hesum aldursbólki, tí er tað sera gleðiligt, at ein góð loysn nú er funnin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í fíggjarnevndini.
 
Snjallabjalla letur upp aftur 19. Aug, og tá verður sostatt pláss fyri øllum næmingunum í 1. og 2. flokki í Klaksvík. Tað byrjað 76 børn í 1. flokki á Skúlatrøð hesa vikuna - tað er hægsta talið í landinum. 

placeholder
placeholder