Uttanlands

Ný Sæland: Skuldsetti maðurin lagt bræv á netið

Brenton Tarrant er skuldsettur fyri at hava dripið 51 fólk

Brenton Tarrant hevur ynkst at ikki møta í rættinum (Mynd: Rizau Scanpix)

Brenton Tarrant hevur ynkst at ikki møta í rættinum (Mynd: Rizau Scanpix)

2019-08-14 16:25 Author image
Agnar Prestá

15 mars varð eitt yvirgangsálop framt í tveimum moskum í Christchurch. 51 fólk vóðru dripin og nógv onnur vóru særd

Tann skuldsetti er Brenton Tarrant úr Avstralia. Hansara mál skal í hoyring í rættinum í morgin, men nú er komið fram, at tað hevur eydnast hjá Tarrant at fáa lagt eitt bræv á netið. Hetta skrivar The New Zealand Herald. Júst hvat innihaldið er, er óvissa um. 

Talan um um eitt seks-síður langt bræv, ið tann skuldsetti hevur skrivað í juli. Onkursvegna er tað komið á heimasíðina 4chan, ið nú er stongd í Ný Sælandi.

Tað er stór ónøgd og undran yvir, at hetta er hent, og forsetisráðharrin í Ný Sælandi, Jacinda Ardern, sigur sambært Reuters, at hetta ongantíð skuldi verið loyvt. Umboð frá varðhaldinum harmast yvir, at brævið er komið úr. 

placeholder
placeholder