Uttanlands

A$AP Rocky fekk treytaðan fongsulsdóm

Rapparin er funnin sekur í harðskapi, men ikki so ógvusligum, at neyðugt er at døma hann inn at sita

2019-08-14 16:54 Author image
Ingi Samuelsen

Amerikanski rapparin A$AP Rocky varð í dag funnin sekur í harðskapi. Sama við tveimum av hjálparfólkum hansara. Tað boðaði býarrætturin í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, frá í dag.

A$AP Rocky hevur fingið treytaðan fongsulsdóm. Hann sleppur sostatt undan at sita longur í svenskum fongsli.

Málið móti amerikanska rapparanum snýr seg um eina hending síðst í juni, tá tað kom til ilnar millum teir og ein 19 ára gamlan svia á gøtunum í Stockholm.

Rapparin við borgarliga navninum Rakim Mayers endaði í fongsli, men varð leyslatin eftir 28 samdøgur í varðhaldsfongsli, skuldsettur fyri harðskap móti 19 ára gamla manninum.

Mayers hevur noktað seg sekan í ákæruni, men viðgongur, at hann bæði sló og sparkaði mannin.

Hann heldur uppá, at talan var um sjálvverju og kravdi frídøming, meðan ákærumyndugleikin vísti á, at talan var um harðskap, ið skuldi revsast.

Rætturin heldur ikki, at hendingin var so álvarslig, at talan kann vera um fongsulsdóm.

SVT skrivar, at amerikanarin eisini skal rinda 12.500 svenskar krónur í endurgjaldi til 19 ára gamla svian, ið annars hevði kravt næstan 140.000 krónur.

Stórur áhugi hevur verið fyri málinum, serliga tí amerikanski forsetin, Donald Trump, blandaði seg uppí. Trump skal hava sagt við svenska forsætisráðharran, Stefan Löfven, at hann var til reiðar at rinda gjaldið fyri at fáa A$AP Rocky leyslatnan. Men Löfven mátti vísa á, at slík kausjón ikki er møgulig sambært svenskari lóg.

Les eisini: Handtøkan av A$AP Rocky kann fáa ”neiligar avleiðingar” 

placeholder
placeholder