Freistin at lata inn valevnislistar til løgtingsvalið 31. august var klokkan 18 í kvøld, og nú er greitt, at 179 valevni bjóða seg fram til valið.
Sambært Kringvarpinum er talan um 121 menn og 58 kvinnur.
Tann flokkurin, sum hevur størsta vallistan er Tjóðveldi, sum hevur 34 valevni.
Næststørstur er listin hjá Sambandsflokkinum, sum hevur 29 valevni.
Á listunum hjá bæði Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum eru 28 valevni. Sjálvstýri og Miðflokkurin hava 15 valevni hvør, meðan Framsókn hevur 14.
Teir báðir nýggju flokkarnir, Framtakið og Føroyaflokkurin hava ávikavíst 12 og fýra valevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald