Innanlands

Bárður vinnur inn á Aksel

Framvegis er tó ein triðingur av veljarunum, sum ynskja at verandi løgmaður verður sitandi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-22 11:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambært nýggjastu veljarakanning hjá Spyr.fo, stendur Sambandsflokkurin nú til at fáa fleiri atkvøður enn Javnaðarflokkurin, tó at munurin ikki er stórur. Men formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, tekur seg eisini inn á formann Javnaðarfloksins, núverandi løgmann, í fólkatokka tá spurt verður eftir hvør skal vera løgmaður.

Les eisini: Andstøðan vinnur inn á samgonguna (

Aksel V. Johannesen, sitandi løgmaður, eigur tó framvegis munin, og væl og virðiliga tað.

Men í mun til kanningina, sum varð gjørd fyri tveimum vikum síðani, so gongur undirtøkan fyri Akseli aftur, meðan Bárður gongur munandi fram.

Ein triðingur av teimum spurdu, 33,3 prosent, svara Aksel V. Johannesen, tá tey verða spurd: ”Hvør skal vera løgmaður”. Hetta er 4,2 prosentstig færri enn tá sami spurningur varð settur 8. august.

Hinvegin fær Bárður á Steig Nielsen 3,4 posentstig meira nú. 22,4 prosent vilja heldur hava Bárð til løgmann.

Sambært nýggjastu kanningini, ið varð gjørd týskvøldið, missa hinir báðir formenninir í teim stóru flokkunum undirtøku í hesum spurninginum, tó at hon er evarska lítil. 15,4 prosent svara nú Jørgen Niclasen og 9,8 prosent svara Høgni Hoydal.

Tølini fyri hinar formenninar eru so smá, at tey liggja undir óvissuna í kanningini. Í mun til seinast sæst tó, at Poul Michelsen gongur aftur, meðan Jenis av Rana og Jógvan Skorheim ganga fram.

Men tað er framvegis ein stórur partur av veljarunum, 11,9 prosent, sum siga seg vilja hava onkran annan til løgmann meðan 12,1 prosent siga seg ikki vita.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder