Innanlands

Valsendingarnar hava størsta ávirkan á hvar krossurin verður settur

Men teir yngstu veljararnir leita sær fyri tað mesta kunningina á Facebook

Sjónvarpsveljarafundur á Giljanesi (Mynd: Sverri Egholm)

Sjónvarpsveljarafundur á Giljanesi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-22 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey ungu eru ídnari at leita sær vitan um politikk í miðlunum, nú valstríð er, enn teir eldru veljararnir eru.

Og tað eru valsendingarnar í sjónvarpinum, sum hava størstu ávirkan.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. Í veljarakanningini, har Spyr.fo spurdi 500 veljarar týskvøldið, var eisini hesin spurningur settur: Hvørjar miðlar hevur tú brúkt til at kunna teg í sambandi við løgtingsvalið?

Tey spurdu høvdu møguleika at geva fleiri svar.

Sjónvarpssendingar
Men nógv tey flestu, 45,6 prosent tilsamans, søgdu seg leita sær kunning í valsendingunum, sum eru í sjónvarpinum.

’Facebook hjá valevnum og flokkum’ er næstmest brúkti kunningarmiðil, valsendingarnar í útvarpinum kemur á triðja plássi og lesarabrøv á netinum á fjórða.

Men tað er eisini rættiliga nógv, 23,2 prosent, sum ikki brúka nakran av teimum nevndu miðlunum. Helst er her talan um ein bólk, sum heldur seg ikki ávirkast av miðlum í sambandi við valstríðið.

Les eisini: Andstøðan vinnur inn á samgonguna 

Spyr.fo hevur hugt eftir hvat teir yngstu veljararnir og teir elstu veljararnir svara, og her er munurin týðuligur.

Fyrst er at siga, at teir ungu veljararnir – 18 til 29 ár – brúka nógv meira miðlarnar til at kunna seg við. Og her er tað Facebook, sum verður mest brúkt.

Meira enn helmingurin, 50,5 prosent, av veljarunum millum 18 og 29 ár kunna seg gjøgnum Facebook. 48,6 prosent siga valsendingar í sjónvarpinum, 41,9 prosent lesarabrøv á netinum, 40 prosent lýsingar hjá flokkum og valevnum og 39,1 prosent siga videobrot hjá valevnunum.

Nógv brúka ikki miðlar
Hjá teimum eldru veljarunum – millum 60 og 80 ár – er tað týðuligt, at tey ikki á sama hátt sum tey ungu brúka miðlarnar at kunna seg við. Yvir 28 prosent siga seg ikki brúka miðlar.

Flest svara valsendingar í sjónvarpinum, men kortini er tað einans 37 prosent. Valsendingarnar í útvarpinum koma á øðrum plássi hjá teimum eldru við 32,3 prosentum.

’Lesarabrøv í bløðunum’ og ’Faldarar við postinum’ verða ikki nógv brúkt at kunna seg við áðrenn krossurin skal setast. Undir 10 prosent av teimum spurdu svara hesar møguleikarnar.

Veljaraskarðin gevur heldur ikki teimum nógvu og stóru plakatunum, sum prýða/skemma umhvørvið í hesum døgum ta stóru ávirkanina á teirra støðutakan. Bert 12,2 prosent siga plakatirnar hava týdning. Plakatirnar hava tó nógv størri týdning fyri tey ungu – 28,6 prosent – og sera lítlan fyri tey elstu – 4,7 prosent.

Les eisini: Bárður vinnur inn á Aksel  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder