Innanlands

Havnar Arbeiðarafelag tekur frástøðu til frágreiðingina “Rumenar á loftinum”

Eitt av fakfeløgunum sum var við til at fáa kanningina gjørda, tekur nú frástøðu til hana

(Mynd: Firmport-kunning.com)

(Mynd: Firmport-kunning.com)

2019-08-23 16:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagið hjá Heðini Lamhauge, Firmport, sendi í dag út skriv um, at felagið umhugsaði at taka rættlig stig móti teimum 13 fakfeløgunum, sum høvdu latið kanningina “Rumenar á loftinum” gjørda.

Men seinnapartin boðar eitt av fakfeløgunum frá, at tað tekur frástøðu frá kanningini. Tíðindaskriv frá Havnar Arbeiðsmannafelag seinnapartin er soljóðandi:

"Kanningin, sum bleiv ein gølukend og illa undirbygd skuldseting móti feløgum og privatpersónum

Havnar Arbeiðarafelag var í januar mánað 2019 eitt av teimum feløgunum, sum tóku seg saman at gera eina kanning við arbeiðsetninginum um lønardumping og um føroyski arbeiðsmarknaðurin er óskipaður.

Tá kanningin so varð løgd fram í august mánað í ár hevur tann sum stóð fyri kanningini valt yvirskriftina

Rumenar á loftinum”, við mynd av nøkrum húsum í Jekaragøtu.

So er støðið líkasum lagt, tí tað sum vit upprunaliga fingu at vita skuldi verða ein kanning av spurninginum um lønardumping og hvussu útlendingar eru skipaðir í fakfelag, er nú vorðið til eina kanning, sum sjónliga vísir, at áhugin í fyrstu atløgu hevur verið at finna fram onkra gølusøgu, í staðin fyri at halda seg sakliga til arbeiðssetningin. M.a. er okkara felag drigið fram á ein hátt, sum vit bert kunnu tulka sum eitt beinleiðis álop.

Vit vilja sjálvsagt, at útlendingar eins og føroyingar skulu hava góðar bústaðar- og liviumstøður, men at taka navngivnan persón fram í slíkari frágreiðing, meta vit vera púra óneyðugt og átaluvert, og vit skulu tí geva Heðin Lamhauge eina treyteleysa umbering, tí vit vita at tað sum er skrivað í frágreiðingini avgjørt ikki svarar til tað, sum er allur sannleikin, og tí fær frágreiðingin ein gølukendan dám, sum tíverri álvarsliga setir spurnartekin við trúvirði av kanningini sum heild .

Samanumtikið skulu vit tí taka frástøðu frá frágreiðingini, sum løgd varð fram 5. august 2019.  

Tórshavn, 23.08.2019
Havnar Arbeiðarafelag"

Les eisini: Viðmerking til Heðin Lamhauge frá fakfeløgunum

Les eisini: Firmport ósakliga viðgjørt í kanning av útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder