Innanlands

Spyr.fo: AB heldur enn BC í landsstýrið

Veljarin hevur mist trúnna á eina fullveldissamgongu

2019-08-30 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá úrslitið av løgtingsvalinum verður klárt í annaðkvøld og farið verður undir at spekulera í samgongumøguleikum, eru tveir møguleikir mest sannlíkir. AB ella CE.

Størst sannlíkindi eru fyri, at andstøðan (AB) vinnur, vísa veljarakanningarnar, sum Portalurin hevur borið hesar seinastu vikurnar, bygdar á spurnarkanningarnar, sum Spyr.fo javnan hevur gjørt.

Tá Spyr.fo spurdi týskvøldið hvønn fólk fóru at velja, vórðu tey eisini biðin um at siga hvørjir av teimum fýra stóru flokkunum áttu at farið í samgongu.

Og her er tað AB-samgongan millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, sum fær størst undirtøku. 34 prosent av veljarunum peika á AB, meðan 28,2 prosent peika á núverandi samgongu við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

Eitt alternativ er tó ein samgonga millum Samambandsflokkin og Javnaðarflokkin, BC. 20,5 prosent peika á henda møguleikan.

Ongin annar møguleiki er – sambært veljarunum – til staðar.

Spurningurin um føroyskt sjálvræði ella fullveldi hevur verið so mikið lítið frammi í valstríðnum hesaferð, at ein AE-sjálvstýrissamgonga als ikki er upp á tal. Einans 4,1 prosent av veljarunum mæla til, at flokkarnir á loysingarveinginum sláa seg saman í samgongu.

Ein onnur bókstavakombinasjón, sum ikki er sannlík, er A og C, mest tí at Javnaðarflokkurin í valstríðnum hevur lovað, at flokkurin undir ongum umstøðum fer í samgongu við Fólkaflokkinum. Tó eru tað 3,7 prosent av veljarunum, sum mæla hesum flokkunum at ganga saman.

Seinasti møguleiki er tann ósannlíka samanrenningin av veingjunum í tjóðskaparliga spurninginum, Tjóðveldi og Sambandsflokkinum. 2 prosent av fólkinum mæla til at hesir flokkar fara saman í samgongu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder