Rok í Nólsoy seinnapartin og í kvøld. Tá Ternan kom til Nólsoyar klokkan 16:40 skipaðu nólsoyingar fyri einum mótmælistiltaki nú Ternan í tvær vikur skal røkja Sandoyarleiðina.
Nólsoyingar mótmæltu at Ternan í tíð og ótíð verður tikin frá teimum. Tá Ternan legði at bundu tey endar fast í skipið, og stongdu innsiglingina við endum.
So kom bíðistøða í. Manningin umborð og Strandferðslan vildi ikki leggja rampuna niður, so ferðafólkini sluppu í land. Løgreglan kom upp í, og hetta helt fram í fleiri tímar.
Nú klokkan var hálvgun tíggju - fimm tímar seinni - fór rampan niður, og ferðafólkini sluppu í land. Og tey ferðafólkini, eisini útlendingar, sum hava verið í Nólsoy í dag, sleppa nú til Havnar aftur.
Sum skilst hevur løgreglan skrivað nøvnini á teimum, sum mótmæltu upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald