Formenninir í andstøðuflokkunum hittust seinnapartin at práta um møguleikar fyri samgongu. Longu beint eftir formansumfarið í sjónvarpinum í gjárkvøldið, avtalaðu teir at stinga høvdini saman at kanna møguleikarnar.
In.fo skrivar í kvøld, at Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum enn einaferð heitir á Aksel V. Johannesen at leggja mandatið frá sær, soleiðis at andstøðuflokkarnir fáa skipað samgongu.
Bárður á Steig Nielsen er opin fyri øllum møguleikum, og sigur við in.fo, at hann hevur kallað nýggja tingbólkin hjá Sambandsflokkinum saman fyrrapartin í morgin.
Andstøðan skal aftur seinnapartin í morgin fundast um samgongumøguleikar.
Fólkaflokkurin gjørdist á valinum í gjár størsti flokkur við 24,5 prosentum av atkvøðunum og átta tingsessum. Sambandsflokkurin fekk 20,3 prosent av atkvøðunum og sjey tingsessir. Miðflokkurin fekk tveir tingsessir og Sjálvstýri ein tingsess.
Sí eisini:
Jørgen Niclasen: Man blívur bara, glaðari, glaðari og glaðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald