Innanlands

Demokratia: Í Føroyum grulva vit langt aftanfyri

Føroyar eru eitt undantak í Norðurlondum

Ingilín Didriksen Strøm gjørdist næstvald hjá Javnaðarflokkinum við 543 atkvøðum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ingilín Didriksen Strøm gjørdist næstvald hjá Javnaðarflokkinum við 543 atkvøðum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-01 23:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Demokratia: Samstundis sum vit fingu yngstu kvinnuna nakrantíð valda í Løgtingið,Hervør Pálsdóttur fyri Tjóðveldi, er aldurs- og kynsbýtið i nývaldað løgtinginum sera einstáttað. 8 kvinnur og 25 menn. 24 % kvinnur og 76 % menn. Eitt kynsbýti, sum vit síggja í londum, sum vit vanliga ikki samanbera okkum við, lond so sum Somalia, Slovenia og Armenia og eisini Kina.

Teir tríggir flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu eitt kvinnuligt umboð. Tjóðveldi fimm. Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin fingu einki kvinnuligt umboð, eisini hóast Miðflokkurin og Framsókn vóru millum teir flokkarnar, sum høvdu javnast uppstilling í mun til kyn á listanum.

Kvinnur og menn velja menn, uttan tjóðveldismenn, teir velja kvinnur. Men Tjóðveldi er eitt undantak, tí valið er ein staðfesting av, at bæði kvinnur og menn velja menn. Hóast flestar kvinnur í Tjóðveldinum, var tað nýggja grøna valevnið hjá Javnaðarflokkinum, Ingilín D. Strøm, sum var tann kvinnan, sum fekk flestar atkvøður. Ingilín , sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, fekk 543 atkvøður. Frammanfyri hana vóru 10 menn.  Ímillum tey 30 valevnini, sum savnað fingu flest atkvøður vóru 9 kvinnur. Ein góður triðingur. 

Eitt undantak í Norðurlondum
Meðan okkara grannalond hava framgongd á javnstøðuøkinum, eisini í mun til umboðan í politikki, so ganga vit aftur. 6%. Meðan okkara grannalond eru undangongulond á javnstøðuøkinum, grulva vit í Føroym langt aftanfyri. Hetta er harmiligt á nógvum økjum. Og vit mugu gera tað øðrvísi. Vit mugu gera tað betri. Tí umboðan ávirkar okkum beinleiðis og óbeinleiðis.

Vit vilja vera ein moderna tjóð, vit vilja tekkjast okkara ungdómi, vit vilja, at fólk støðast, og at fólk flyta heim. Vit vilja, at øll kenna seg umboðað í lóggevandi valdinum. Vit vilja, at røddin hjá ungu kvinnuni, eldri kvinnuni, arbeiðandi kvinnuni, akademikara kvinnuni, Tórshavn- útjaðara og útlendsku kvinnuni verður hoyrd. Tað vilja vit uttan mun til poliskan lit og sannføring annars, tí har, kvinnur og menn saman støðast, blómar samfelagið.

placeholder
placeholder