Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin hava leysliga tosað eftir valið, og tíðliga seinnapartin hittast flokkarnir til fund, har samgongumøguleikar verða umrøddir. Hetta veit Kringvarpið at siga í morgun.
Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum situr í løtuni á fundi. Bárður á Steig Nielsen, formaðuri í Sambandsflokkinum sigur við Kringvarpið, at hann hevur tosað við formenninar í samgonguflokkunum, men einki ítøkiligt er komið burtur úr. Aksel V. Johannesen hevur ikki lagt samráðingarmandatið frá sær.
Teir fýra flokkarnir ið seta seg saman í dag fingu 18 tingsessir á valinum.
Innanlands
Fundur um samgongumøguleikar
Andstøðan, ið fekk meirluta á valinum leygarkvøldinum, hittist klokkan 13
Aksel V. Johannesen hevur ikki givið samráðingarleiðsluna frá sær enn - Báðrur á Steig Nielsen hevur tosað við samgonguflokkarnar (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-09-02 10:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald