Innanlands

Aksel V. Johannesen hevur lagt frá sær

Eg hevði fegin viljað hildið fram, tí eg haldi ikki vit eru komin á mál við øllum tí, sum vit settu okkum fyri, sigur Aksel V. Johannesen

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-09-03 09:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár heittu formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, og Miðflokkinum á løgmann um at siga samráðingarrættin frá sær, tí at teir ynsktu at fara undir samráðingar um eina borgarliga samgongu, og í morgun fór Aksel V. Johannesen oman í løgtingið at boða Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni frá, at hann leggur frá sær.

- Eg hevði fegin viljað hildið fram, tí eg haldi ikki vit eru komin á mál við øllum tí, sum vit settu okkum fyri. Men mann veit eisini, tá mann er politikari, at tíðirnar kunnu broytast frá degi til dags. Eg var fult fyrireikaður uppá, at hesin dagurin fór at koma fyrr ella seinni, og nú er hann so komin, segði Aksel V. Johannesen við Útvarpið, tá hann kom úr skrivstovuni hjá Páll á Reynatúgvu.

Aksel V. Johannesen segði, at hóast hann nú hevur lagt frá sær, hevur hann ikki endaliga slept vónini um at skipa samgongu.

- Tað er eingin ivi um, at tá teir borgarligu flokkarnir hava valt at fara undir samgongusamráðingar, so er tað mest sannlíkt, at teir flokkarnir fara at klára at skipa samgongu, men tað er ikki víst, so nú kann eg ikki gera annað enn at bíða og fylgja við á síðulinjuni, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder