Uttanlands

Dorian rakt amerikonsku strondina

Ódnin rakti Bahamas sunnudagin við 81,9 m/s, men nú er hon minkað niður í eina kategori 2-ódn. Tó er framvegis vandi fyri, at hon kann elva til skaðar.

Gøturnar eru tómar í Daytona Beach í Florida (Mynd: EPA)

Gøturnar eru tómar í Daytona Beach í Florida (Mynd: EPA)

2019-09-04 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi sjey fólk hava nú latið lív á Bahamas orsakað av ódnini Dorian, sum hevur herjað oyggjarnar í tvey samdøgur, og sum nú er komin til USA.

Tvey av teimum eru fólk, sum áður vóru meldað løstað. Deyðstalið fer væntandi at vaksa, sigur forsetisráðharrin, Hubert Minnis.

Ódnin hevur elvt til nógv vatnflóð og materiellan skaða. Vatnstøðan ger tað í løtuni trupult hjá bjargingarfólkum at koma til tey øki, sum eru rakt av ódnini, skrivar TV2.

Hildið verður, at fleiri enn 13.000 hús eru oyðiløgd ella hava fingið skaða, vísa tølini hjá Reyða Krossi.

Tá Dorian rakti Bahamas seint sunnudagin, varð vindstyrkin mátaður til 81,9 m/s. Sostatt er talan um harðligastu atlantshavsódnina, sum nakrantíð hevur rakt Bahamas.

Dorian, sum í morgun rakti amerikansku strondina, hevur mist eitt sindur av styrki og verður nú flokkað sum ein kategori 2-ódn.

Sambært National Hurricane Center í Miami (NHC), er ikki líkt til, at Dorian nær at koma inn yvir meginlandið í Florida, men tó fer eysturstrondin at merkja ódnina.

Síðani fer Dorian at flyta seg móti Georgia, South Carolina og North Carolina í morgin og fram til fríggjamorgunin.

Í North Carolina hevur Trump lýst undantaksstøði tí hóast ódnin hevur mist styrki, er enn stórur vandi fyri, at hon fer at elva til skaðar, m.a. orsakað av vatnflóði.

Fleiri enn ein millión fólk vórðu flutt burtur fyrr í vikuni úr teimum økjum, sum verða mett at verða harðast rakt av ódnini.

Nýggj tropisk ódn flytir seg yvir atlantshavið

Meðan Dorian flytir seg eftir strondini í Florida móti Georgia, hevur ein nýggj tropisk ódn lagt seg yvir Atlantshavið.

Nýggja ódnin hevur fingið navnið Gabrielle, og hon er í løtuni stødd millum Vesturafrika og Karibia, og væntandi fer hon at flyta seg víðari út yvir atlantshavið uttan at raka land.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder