– Málið er at reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann. Vit meta ikki, at nakar annar møguleiki er reellur og fara ongantíð at góðtaka nakað annað.
Tað sigur Jenis av Rana við Kringvarpið seinnapartin, nú Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin samráðast um nýggja samgongu.
Formaðurin í Miðflokkinum arbeiddi harðliga ímóti hjúnabandslógini, sum undanfarna samgonga setti í verk, og í valstríðnum hevur Miðflokkurin eisini sagt, at lógin broytast.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)
- Vit royna tað, sum vit kunnu fyri at fáa tað gjørt, sigur Jenis av Rana í samrøðu við Kringvarpið.
Jørgen Niclasen segði undir valstríðnum, at Fólkaflokkurin ikki fór at rulla nakra skipan aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald